10 Elektrikarar til frálandavinnuna í Noregi

10 Elektrikarar til frálandavinnuna í Noregi

Vegna økt virksemi í frálandavinnuni í Noregi – On & Offshore – verður við hesum søkt eftir elektrikarum. Talan er um størv á verkætlanstøði har ein er burtur í nakrar vikur og heima í nakrar vikur.

Í hesum føri er talan um 14/21 rotatión – væntandi komandi 2 árini.

 

Tín vangamynd
Tú hevur sveinabræv sum elektrikari . Sum persónur ert tú sinnaður at liva upp til okkara virðir, at vera álítandi, arbeiðssamur og trívast í ymiskum arbeiðsumhvørvum, sum broytast í mun til hvar í Noregi arbeiðið fer fram.

Tað er eitt krav, at tú hevur DSB góðkenning, og fyri at fáa hesa góðkenningina mást tú hava minst 2 ára arbeiðsroyndir. Um tú ikki hevur hesa góðkenning ber til at fáa vegleiðing frá okkum um hvussu hetta skal gerast.

Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við dagliga leiðaran á PAM, Anju Jacobsen, tlf. 791139. Á skrivstovu okkara í Mykinesgøtu 5 leiðbeina vit fegin, um tú hevur fyrispurningar ella áhuga í at starvast hjá okkum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal sendast til okkum sum skjótast við telduposti til:  pam@pam.fo. Tú kanst eisini skráseta títt CV á okkara heimasíðu undir “send umsókn”, og vit seta okkum í samband við teg.

PAM Offshore Service – Mykinesgøta 5, FO-100 Tórshavn – www.pam.fo

PAM Offshore Service hevur til endamáls at veita man-power tænastur til olju og gassídnaðin. Virksemið fevnir um útleigan av fakfólki, so sum elektrikarar, sveisarar, instrumentrørleggjarar og verkfrøðingar, bæði On- & Offshore. Vit eru vanliga millum 80 og 200 fólk í starvi á PAM. PAM eru ein partur av MEST samtakinum har tað starvast ialt 400 starvfólk.