Elektrikarar til frálandavinnuna í Noregi

Vegna økt virksemi í frálandavinnuni í Noregi – On & Offshore – verður við hesum søkt eftir elektrikarum. Talan er um størv á verkætlanstøði har ein er burtur í nakrar vikur og heima í nakrar vikur.
 
Tín vangamynd
Tú hevur handverksútbúgving innan eløkið og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Sum persónur ert tú sinnaður at liva upp til okkara virðir, sum millum annað fevna um at vera álítandi, arbeiðssamur og trívast í ymiskum arbeiðsumhvørvum, sum broytast í mun til hvar í Noregi arbeiðið fer fram.
Tað er eitt krav, at tú hevur DSB góðkenning. Um tú ikki hevur góðkenning kanst tú fáa vegleiðing frá okkum.

Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við dagliga leiðaran á PAM, Anju Jacobsen, tlf. 791139. Á skrivstovu okkara í Mykinesgøtu 5 leiðbeina vit fegin, um tú hevur fyrispurningar ella áhuga í at starvast hjá okkum.
 
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal sendast til okkum sum skjótast við telduposti til: aj@pam.fo. Tú kanst eisini skráseta títt CV á okkara heimasíðu undir “send umsókn”, og vit seta okkum í samband við teg.
 
PAM Offshore Service – Mykinesgøta 5, FO-100 Tórshavn – www.pam.fo
PAM Offshore Service hevur til endamáls at veita man-power tænastur til olju og gassídnaðin. Virksemið fevnir um útleigan av fakfólki, so sum elektrikarar, sveisarar, instrumentrørleggjarar og verkfrøðingar, bæði On- & Offshore. Vit eru vanliga millum 80 og 200 fólk í starvi á PAM.