On & Offshore Tænastur

On&Offshore vinnan er í rembingum og setur stór krøv til okkum veitarar. At útvega starvsfók við røttum førleikum og røttum hugburði er avgerandi fyri okkum á PAM Offshore Service. Okkara starvsfólk eru við til at tryggja at arbeiðið hjá okkara kundum – altjóða norskar fyritøkur – hepnast væl í teirra arbeiði.

PAM Offshore Service hevur verið í hesu vinnuni síðani 1998 og útvegar í dag millum 100 og 200 starvsfólk til norsku olju og orkuvinnuna. Vit eru altíð klár at loysa avbjóðingarnar hjá okkara kundum – og kunnu verða á staðnum við stuttum skotbrái.

PAM Offshore Service veitir arbeiðsmeg innan hesi øki:

  • bullet2.pngElektrikarar
  • bullet2.pngSveisarar
  • bullet2.pngRørsmiðir
  • bullet2.pngMaskinmenn
  • bullet2.pngEftirlitsfólk
  • bullet2.pngViðlíkahaldsfólk
  • bullet2.pngFormenn

Á PAM eru vanliga millum 100 og 200 starvsfólk í Noregi. Hetta ger okkum før fyri at hava sáttmálan við stórar fyritøkur sum eitt nú KVÆRNER, AKER SOLUTIONS, AIBEL, COSL, SEC og WESTCON.

PAM Offshore Service er eitt dótturfelag hjá skipasmiðjuni MEST. Á MEST og PAM starvast íalt umleið 400 starvsfólk. 

Okkara starvsfólk eru elektrikarar, sveisarar, rørsmiðir, maskinmenn, eftirlitsfólk, viðlíkahaldsfólk og formenn. Starvsfólkini á PAM hava røttu útbúgvingar og lúka tey kravdu krøvini innan vinnuna. Vit leggja stóran dent á at okkara starvsfólk hava pappírini í ordan og at tey trívast í starvinum.