Elektrikarar til oljuvinnuna í Noregi

Spennandi størv í Noregi og góð frítíð heima!

Vegna økt virksemi í frálandavinnuni í Noregi – On & Offshore – verður við hesum søkt eftir elektrikarum við DSB góðkenning

Talan er um størv har arbeitt verður í 14 /21 ella 14/28 rotatión alt eftir um ein arbeiðir on- ella offshore.

Tín vangamynd
Tú er útbúgvin elektrikari og hevur minst 2 ára arbeiðsroyndir. Sum persónur ert tú sinnaður at liva upp til okkara virðir, vera álítandi, arbeiðssamur og trívast í ymiskum arbeiðsumhvørvum, sum broytast í mun til hvar í Noregi arbeiðið fer fram.

Tað er eitt krav, at tú hevur DSB góðkenning. Um tú ikki hevur góðkenning kanst tú fáa vegleiðing frá okkum um hvussu hendan fæst .

Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við dagliga leiðaran á PAM, Anju Jacobsen, tlf. 791139. Á skrivstovu okkara í Mykinesgøtu 5 leiðbeina vit fegin, um tú hevur fyrispurningar ella áhuga í at starvast hjá okkum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal sendast til okkum sum skjótast við telduposti til: pam@pam.fo. Tú kanst eisini skráseta títt CV á okkara heimasíðu undir “send umsókn”, og vit seta okkum í samband við teg.
 

 

Mykinesgøta 5, FO-100 Tórshavn – www.pam.fo

PAM Offshore Service hevur til endamáls at veita man-power tænastur til olju og gassídnaðin. Virksemið fevnir um útleigan av fakfólki, so sum elektrikarar, sveisarar, instrumentrørleggjarar og verkfrøðingar, bæði On- & Offshore. Vit eru vanliga millum 80 og 200 fólk í starvi á PAM.