Nú á Sandi, í Havn og í Runavík - STARV VIÐ MEIRI FRÍTÍÐ OG GÓÐARI LØN

STARV VIÐ MEIRI FRÍTÍÐ OG GÓÐARI LØN – Í FRÁLANDAVINNUNI Í NOREGI
 
PAM Offshore Service tiltak á Virkinum á Sandi hósdagin 23 juni kl 16-17, á PAM á mykinesgøta í Tórshavn mánadagin 27 juni kl 16-17, og á MEST, fjøruvegur í Runavík mikudagin 29 juni.
 
Hug at hoyra meiri um møguleikarnar fyri starvi í norsku orkuvinnuni, on- og offshore? 
 
Kom so framvið.
 
Skráin:
• Framløga um virksemið hjá PAM Offshore Service
• Frágreiðing um krøv til handverkarar, sum ynskja sær starv í vinnuni
• Kaffiprát um hvørja tilgongd tú kundi valt – um hetta var nakað sum hevur tín áhuga
 
Um tú ert handverkari innan eitt nú el-økið, rør- ella maskinøkið – so er hetta kanska nakað sum kundi verið av tínum áhuga.
 
Vit síggjast 23 juni á Sandi, 27 juni í Tórshavn og 29 juni í Runavík.